Greinir

Fór til upptøkuroynd og fekk høvuðsleiklutin

11 ára gamla Fríða Hofgaard Ákadóttir úr Vestmanna er Mai í nýggja útvarpskalendaranum Flytifuglar. Mynd: Elin Dagbjørtsdóttir | KvF

11 ára gamla Fríða Hofgaard Ákadóttir úr Vestmanna er Mai í nýggja útvarpskalendaranum Flytifuglar. Mynd: Elin Dagbjørtsdóttir | KvF

Ársins útvarpskalendari Flytifuglar gongur fyri seg í Vestmanna. STROK hevur hitt 11 ára gomlu Fríðu Hofgaard Ákadóttir, sum spælir høvuðsleiklutin

Hevur tú roynt at leggja røddir til ein útvarpsleik fyrr?

- Nei, tað havi eg ikki roynt fyrr. Men eg havi spælt sjónleik í skúlanum.

Hvussu fyrireikaði tú teg til leiklutin?

- Eg møtti bara upp, og so hevði Elin eitt pappír, har alt stóð, sum eg skuldi siga. Og so segði Elin, hvussu eg skuldi siga tað, og so gjørdi eg tað. Eg skuldi ikki fyrireika meg heima ella nakað. Eg hevði nokk so nógv at tosa inn, tí eg leggi rødd til høvuðsleiklutin, sum er ein genta, sum eitur Mai.

Nær byrjaði tú at tosa inn?

- Vit byrjaðu í mars, og so arbeiddu vit eisini nógv beint fyri summarferiuna.

Er tað ringt at spæla sjónleik bara við røddini?

- Í byrjanini føldi eg meg eitt sindur býtta, tá eg skuldi spæla og skapa mær. Onkuntíð skuldi eg ljóða sum eitt pinkubarn, og onkuntíð skuldi eg vera ill, gráta og flenna. Og tað er eitt sindur flóvisligt í fyrstani. Men tá ið tú hevur gjørt tað nakrar ferðir, so ger tað einki.

Mynd: Elin Dagbjørtsdóttir | KvF

Mynd: Elin Dagbjørtsdóttir | KvF

Hvat dámar tær søguna í Flytifuglum?

- Mær dámar hana ordiliga væl. Eg haldi, at tað er ein spennandi søga. Hon er ikki serliga jólalig, men tað ger einki. Hon er kanska heldur ikki so nógv fyri lítil børn, men hóskar seg betur til skúlabørn.

Er tað løgið at hoyra seg sjálva spæla ein annan persón?

- Tað er eitt sindur løgið. Eg haldi, at eg ljóði nokk so barnslig og nógv yngri, enn eg eri. Men tað skal nokk vera soleiðis í leikinum.

Líkjast tú og Mai, sum tú leggur rødd til í Flytifuglum?

- Nei, ikki rættiliga. Mai er nokk so smæðin og torir ikki so væl. Eg eri ikki líka smæðin og bangin av mær sum hon, so eg mátti spæla nokk so nógv sjónleik.

Ert tú spent til 1. desember?

- Ja. Eg veit ikki ordiliga, hvat eg eri mest spent til ... til alt, haldi eg. Bæði til at lurta sjálv og til, at øll onnur eisini skulu hoyra leikin. Kanska verður tað eitt sindur flóvisligt í fyrstani.


Flytifuglar

Byrjar: 3. desember klokkan 07.15 í Kringvarpinum. Tú kanst eisini lurta, tá ið tú hevur hug á kvf.fo/vit

Elin á Rógvi hevur skrivað Flytifuglar, sum er ein spennandi søga fyri stór børn, men øll kunnu lurta við

Les um jólakalendarin í STROK 7 | 2018