Greinir

Teldan kann vera mítt mál

Á telduni kann Levi skriva tað, hann vil siga, og so kann teldan lesa upp og vera hansara mál.

Á telduni kann Levi skriva tað, hann vil siga, og so kann teldan lesa upp og vera hansara mál.

Inni í floksstovuni hjá 7. a í Tofta skúla sita næmingarnir og skriva. Teir hava fingið uppgávuna at skriva um ein lut, sum teir sjálvir hava valt. Teir hava ikki lutin við í skúla, men hugsa um hann og hava sagt læraranum, hvør hann er. Við lutinum í huga skulu teir skriva eina gátu til hini í flokkinum. Seinni fara teir at lesa upp fyri hvørjum øðrum og gita, hvør luturin er

Øll sita og skriva. Samskiftið gongur væl, og næmingarnir síggja hugagóðir út. Á borðunum liggja skrivihefti og pennahúsar, og onkur situr við teldu.

Við eitt av fremstu borðunum situr Levi Hanusarson. Hann hevur skrivihefti og pennahúsa, men har liggja eisini bæði ein teldil og ein lítil telda á borðinum. Eg gerist forvitin at vita, hvussu tað ber til, og spyrji.

- Jú, eg brúki teldilin í skúlanum til skúlating, Geogebra, roknimaskinu, spøl, Facebook, Snapchat, og Messenger. Heima við hús brúki eg hann meira til spøl og Messenger og Snapchat og Facebook. Hesa telduna brúki eg til at senda sms við og at siga orð og setningar við, sigur Levi.

Hann svarar, og tað er teldan, sum tosar fyri Levi. Hann hevur skrivað svarið á telduna og trýstir síðani á ein knøtt á telduni, og hon fer at tosa fyri Levi.

Vit smílast. Hatta var snilt. Vit samdust skjótt um, at samskifti er nógv meira enn bara at tosa saman. Tað eru fleiri sløg av samskifti. Til dømis nýta deyv teknmál, og blind nýta punktskrift. Vit kunnu væl nýta kroppin at samskifta við ella andlitsbrá. Vit síggja til dømis væl á øðrum, um tey eru glað ella kedd. Soleiðis kunnu vit eisini samskifta uttan at nýta orð. Vit kenna okkara a-á-b-d, og onkur kennir óivað rúnirnar, sum eru stavirnir, víkingarnir nýttu.

Tá ið tað onkuntíð kann vera torført hjá øðrum at skilja, hvat Levi sigur, og at hann als ikki heldur, at tað er lætt at skriva á pappír, so er tað tó møguligt uttan mál og skrift at samskifta við orðum. Tí er Levi farin at venja seg at nýta telduna. Har kann hann skriva tað, hann vil siga, og so kann teldan lesa upp og vera hansara mál.

- Hetta dámar mær væl, men tað gongur eitt sindur seint. Teldilin er skjótari, og tí kann tað virka eitt sindur roksut við telduni. Eg brúki oftari sms, tí tað er skjótari. Men eg eri glaður fyri hendan møguleikan við telduni og taluni.

Nú er tímin næstan liðugur. Levi hevur skrivað gátuna á telduna, og tá ið tey í flokkinum fara at lesa upp fyri hvørjum øðrum, nýtir Levi telduna sum mál. Tá skulu floksfelagarnir gita, hvør luturin er.

Á telduni stendur: Nógvir bilar koyra gjøgnum meg. Eg eri ikki komin enn, men tey eru við at bora meg nú. Teitur Samuelsen bestemmar yvir mær. Eg eri í Runavík.

Ja, git mær tað!


Føroyar skulu vera fyri øll

Í 2009 undirskrivaðu Føroyar ST-sáttmálan um rættindi hjá einstakligum, ið bera brek. Endamálið við sáttmálanum er at tryggja, at fólk, ið bera brek, hava somu rættindi sum øll onnur, og at tey verða vird sum menniskju á jøvnum føti við onnur

Umstøðurnar í Føroyum hjá fólki, ið bera brek, eru seinastu árini nógv broyttar. Hóast umstøðurnar ikki altíð eru nøktandi, so hava nógv fleiri í dag møguleika at liva eitt so sjálvstøðugt lív sum gjørligt. Umstøðurnar hava stóran týdning, og tað hevur hugburður eisini. Ein sunnur hugburður livir, har øll sleppa at vera við, og har okkurt verður væntað av øllum.

3. desember er altjóða brekdagur

• dagurin verður hátíðarhildin í Føroyum á hvørjum ári

• endamálið við degnum er vísa á, at Føroyar skulu vera fyri øll

• dagurin skal varpa ljós á rættindi og umstøður hjá teimum, ið bera brek, og vísa á, hvussu umstøðurnar í Føroyum kunnu gerast enn betri

• vanliga siga vit, at ein av hvørjum 10 føroyingum ber okkurt slag av breki


Greinin er úr STROK 7 | 2018

TEKSTUR OG MYNDIR: Tóra við Keldu