Greinir

Grønasti skúli í Føroyum

Tá ið næmingar í Skála skúla fingu handað Veðurlagsvirðislønina 2021. Mynd: Ólavur Frederiksen

Í 2020 gjørdi Skála skúli av ikki at brúka einnýtisborðbúna, og síðan hevur tað bara gingið betur og betur. T.d. skilir skúlin burturkast í pappír (sum aftur verður endurnýtt), vanligt rusk og matleivdir. Matleivdirnar verða gjørdar til sankutøð. Og so hava tey eisini eina fasta ruddingarskipan, har flokkarnir rudda rundan um skúlan og í bygdini. Ruskið verður vigað, so at tey hava hagtøl og kunnu fylgja við

Seinastu árini hevur Skála skúli sett kós á grønu leiðina og er so við og við blivin ein grønari skúli. Ein dagin sá skúlin eina lýsing um veðurlags­ kappingina hjá Føroya Lærarafelag. Hetta var heilt vist nakað, sum skúlin skuldi luttaka í. Og so kom rættilig ferð á grønu leiðina.

Nakrar fáar dagar áðrenn árliga aðalfundin hjá Føroya Lærarafelag í mai í 2021, kom skúlastjórin, Nomi Jacobsen, inn í stovuna hjá 7. flokki í Skála skúla við góðum tíðindum. Tey høvdu vunnið Veðurlagsviðirslønina 2021. Tá var góður stemningur í skúlastovuni, tí hesum høvdu tey arbeitt við í langa tíð. Og sjálvandi gav hetta teimum hug at halda á við grøna arbeiðinum í skúlanum. 8. mai varð virðislønin handað og kekk­urin á 25.000 krónur.

- Tær 25.000 krónurnar áðrenn árliga skulu brúkast til at keypa eitt aðalfundin hjá vakstrarhús. Eitt vakstrarhús Føroya Lærara­ kostar nógvar pengar, so tað er felag í mai, kom gott, at skúlin hevur fingið ein skúlastjórin, stóran part av peninginum til húsið, siga tey í Skála skúla.

Ferð verður sett á

Á einum næmingaráðsfundi í 2020 samdust næmingarnir í næmingaráðnum um at seta fram ynski um, at skúlin skuldi seta enn meira fokus á tað grøna økið. Hetta helt skúlastjórin vera eitt gott hugskot, og nakað eftir hevði 7. flokkur eina framløgu fyri øllum hinum flokkunum, har tey kunnaðu yngru næmingarnar um, hvussu teir kundu hugsa burðardygt. Hetta hevur ávirkað næmingarnar so mikið nógv, at tey nú læra foreldrini, hvussu tey kunnu liva meira burðardygt heima við hús.

Matleivdir fara í eina sokallaða bokashi-spann. Áðrenn matleivdirnar fara í spannina, verða tær skornar minni petti. Mynd: Skála skúli

Hvat er ein bokashi-spann?

Í februar var allur skúlin og vitjaði brennistøðina hjá IRF í Leirvík. Har vórðu næmingarnir vístir runt, og teir funnu eisini út av, at brennistøðin er so ógvuliga nógv meira enn bara ein brenni­ støð.

Um somu tíð fór skúlin eisini undir at gera gamlar matleivdir um til sankutøð. Í øllum flokkum, lærarastovuni og køkinum stendur eitt ílat, har næmingar og starvsfólk koyra matleivdir í. Hvønn dag klokkan 11 hevur røkilin í 7. flokki verið runt í skúlanum eftir matleivdunum, skorið tær í minni petti og koyrt tær í eina sokallaða bokashi­-spann. Her verða matleivdirnar pressaðar saman, og kompost­-ger koyrd á. Tá ið spannin er full, skal hon standa í 2­3 vikur, so gerin sleppur at virka. Eftir hetta verður spannin tømd í ein tættan kassa, sum stendur úti, og her verður alt gjørt um til mold.

Gjørt eina Reyðakross-kafe

Skúlin setir eisini sjóneykuna á endurnýtslu. Tey hava skipað fyri Reyðakross­kafé, sum er ein endurnýtslukafé. Fólk í bygdini koma við brúktum klæðum og lutum, sum næmingarnir selja. Eisini selja tey nýbakaðar vaflur. Tankin er, at klæðir og lutir, sum vit ofta leggja til síðis, enn eru góð og væl brúkilig. Tá kunnu onnur fólk keypa vøruna bíliga og fáa gleði av henni. Eisini sleppur IRF frá at brenna hana, sum jú eisini dálkar umhvørvið. Peningurin fer óskerdur til Reyðakross Føroya.

Fiska, velta og heysta til veitsludøgurðan

Eina ferð um árið eru næmingar á floti og á seiðabergi. Næm­ingar seta epli og grønmeti niður. Eisini hava tey ein rabarbugarð. Fiskurin, eplini og grønmetið verða brúkt til ein veitsludøgurða, sum næming­ arnir sjálvir hava gjørt úr enda í annan. Næmingarnir hava eisini verið við til at gjørt eitt høsnar­ hús, so skjótt eru eisini egg og hanaungar á matarlepanum í Skála skúla.

Sum við so nógvum øðrum er ein hugburðsbroyting fyrsta og avgerandi stigið. Hugburðurin er ikki altíð at finna tað løttu loysnina, men heldur at hugsa seg um og finna eina loysn, sum er ein góð loysn, ikki bara her og nú, men eisini fyri eftirtíðina.

Skála skúli

Hvussu eru matvanarnir?

Næmingar í 6. flokki gjørdu eitt spurnablað, har tey spurdu bæði yngra (mamm­ur og pápar) og eldra ættarliðið (ommur og abbar) um teirra mat­ vanar og plastnýtslu.

Eitt, sum kom fram í kanning­ini, var, at húskini keyptu nógvar beriposar úr plasti at koyra vøru í. Næmingar fóru tí undir at seyma berinet úr endurnýtslutoyi, sum heimini vónandi fara at brúka.

Ætla ikki at gevast!

Næmingar og starvsfólk í Skála skúla eru samd um, at hetta er ein spennandi tilgongd og ætla ikki at gevast her, men alla tíðina seta sær nýggj mál. Og skúlin verður ongantíð liðugur, tí skúlin ynskir áhaldandi at gerast meira burðardyggur.

- Vit meta, at hetta er ein týdningarmikil førningur at hava við sær víðari í lívinum, sigur skúla­ stjórin, Nomi Jacobsen.

Eisini hava næmingar framleitt pappír úr pappírsrestum og gjørt sítt egna blekk úr burðardyggum tilfari. Mynd: Skála skúli

Veðurlagsprógvið hjá Skála skúla. Mynd: Ólavur Frederiksen


Grein í STROK 4 | 2021

Tekstur: Jakobina Bergsdóttir, 7.fl., Skála skúli