Greinir

Ghost Busters: Afterlife

 

Ýr Einarsson Patursson, 9 ár, ummælir

Eg havi ikki sæð tann fyrsta ghostbusters­ filmin og heldur ikki nakrar av teimum seinnu. Men hendan nýggjasta havi eg sæð tríggjar ferðir, tí hann er so ræðuliga stuttligur og góður.

Filmurin handlar um, at ein mamma og tvey børn flyta til ein nýggjan bý og í eini gomul hús, sum mamman hevur arvað frá pápa sínum. Ymisk løgin ting byrja at henda, og gentan finnur eitt loyniligt rúm við útgerð til at finna spøkilsir. Hon finnur út av, at abbi hennara var ein av uppruna­ ligu spøkilsisfangarunum, ein “ghostbuster”. Áðrenn tey vita av, eru børnini sjálv vorðin “ghost­ busters”, og mugu bjarga heiminum undan einum óndum anda. Hetta ljóðar eitt sindur farligt, men filmurin er faktiskt stuttligur.

Filmurin verður eyka stuttligur, tí at gentan, abbadóttirin, fortelur nógvar góðar vittigheitir. Eg flenti og/ella skrálaði næstan allan filmin. Onkuntíð kann man blíva eitt sindur kløkk/ur, men filmurin er ikki beinleiðis óhugnaligur. Filmurin hevur 11 ára aldursmark, men um man ikki er so bangin, kunnu yngri børn væl fara at hyggja at honum saman við einum vaksnum.