Grønur umhvørvispolitikkur við Elsu Berg
Elsa Berg er býráðslimur í Tórshavnar kommunu. Eitt av hjartamálunum hjá Elsu er, at Tórshavnar kommuna – og aðrar kommunur í landinum – gerst grønari og umhvørvisvinaligari! STROK hevur hitt grøna býráðslimin til eitt prát um grønan umhvørvispolitikk
Hvat er ein umhvørvisvinarligur býur?
– Ein umhvørvisvinarligur býur er ein býur, sum gevur pláss til grøn fríøki til okkum og fuglar, onnur djór og plantur, soleiðis at tey eisini kunnu vaksa og trívast rundan um okkum. Hesin býurin hevur eisini eitt lágt ella null útlát av vakstrar húsgassum, góðar skipanir til at skilja og endurnýta burturkast, sparir orku, framleiðir varandi orku og hevur reina luft.
Hvat er ein umhvørvisdálkandi býur?
– Ein býur er ein partur av náttúruni, men tað kann kennast, sum vit eru atskild frá náttúruni, um býurin er ov nógv merktur av asfalti og betongi. Tá trívast hvørki menniskju, fuglar, plantur ella smákykt serliga væl. Ein býur er eisini umhvørvisdálkandi, um olja verður brend, tá tilfar ikki verður endurnýtt og endurvunnið, tá kloakkir dálka, og rottur nørast og týna fugl.
Hvønn grønan bý sært tú upp til?
– Tað eru fleiri býir kring okkum, sum vit kunnu læra nógv av. Í Oslo í Noregi og í Lund í Svøríki duga tey sera væl at skapa øki í býnum, har fólk kunnu hugna sær og børn spæla, uttan at bilar órógva. Hes um kundu vit lært nógv av.
Hvørjar eru tínar framtíðarvónir fyri kommunurnar í okkara landi?
– Vit eru í eini tíð, har nógvar broytingar skulu gerast. Eg vóni, at komm unurnar kunnu vera við til at gera tað enn lættari hjá fólki at velja tær grønu loysnirnar. Tað er til dømis við at gera møgu leikarnar at súkkla, ganga og taka buss og at leggja um til varandi orkuloysnir enn betri.
Eg vóni eisini, at kommunurnar fara at hava fyrilit fyri náttúruni, tá vit byggja út og fara undir nýggjar verkætlanir. Summir fuglar og plantur eru hótt, og tey eiga vit at verja serliga væl.
Hvussu kunnu vit dálka minni og liva grønari?
– Í gerandisdegnum kunnu vit gera mun við at súkkla ella ganga í skúla og til frítíðarítriv, fara væl um tingini hjá okkum, gera í stand og bøta heldur enn at keypa nýtt, keypa í endurnýtslu, keypa í til dømis VistGrøði, eta minni kjøt, og so framvegis. Vit kunnu eisini tosa við okkara familju og vinir um, hvørjar broytingar vit ynskja, og á tann hátt fáa nýggj hugskot og stuðla hvørjum øðr um í at vera góð við hvønn annan og náttúruna.
Grein í STROK 2
Tekstur: Helena Lamhauge-Mortensen