Hugsar tú eisini nógv um veðurlagsbroytingar?
Man kann vera bangin fyri nógvum. Spøkilsum, myrkrinum, at leggja fram í skúlanum ... og so kann man eisini vera bangin fyri veðurlagsbroytingum og stúra fyri veðurlagnum og jørðini
Í STROK viðgera vit javnan álvarsom evni, og í STROK 2 viðgera vit júst dálking og umhvørvið. Hetta evnið er onkuntíð orsøkin til, at nøkur børn – og vaksin – stúra, og hetta kalla vit millum annað klimaangist. Tí hava vit fingið Kristian Eli Andersen, sum er sálarfrøðingur, at greiða frá, hvat klimaangist er, og at geva tveimum STROK-lesarum ráð um, hvat tey skulu gera, tá tey fara at stúra um umhvørvið.
STROK spyr Kristian Eli:
Hvat er klimaangist?
– Klimaangist er óttin fyri klimabroytingum og avleiðingunum av teimum. Sum útgangsstøði er tað gott, at vit óttast hetta, tí tað fær okkum at taka tað í álvara og gera nakað við tað. Men at líða av klimaangist er sjálvandi ikki gott, tí her fyllir óttin alt ov nógv og kann ávirka lívsgóðskuna rættiliga negativt. Tað eru ofta tey ungu, sum líða av hesum óttanum. Ofta er frustratión, vónloysi, vreiði ella skuldarkenslur blandaðar saman við óttanum.
Hvussu sleppa vit undan klimaangist?
– Tað ber sjáldan til at sleppa undan angist, um onkur bara biður teg. Hinvegin ber til at læra at forða ótta num í at fylla so nógv við at handfara hann rætt. Minst til, at angist er eitt úrslit av stúranum – ein rúgva av hvatnúumtonkum – um hvat kann henda, og hvussu ein kann fyrireika seg, loysa tað ella sleppa undan tí.
Eitt amboð, sum kann brúk ast, er at finna sær eitt fast tíðspunkt í vikuni – til dømis mikukvøld klokkan 20.30 til 21.00 – har ein kann loyva sær at stúra so nógv, sum ein vil. Men bara, um tað ta løtuna kennist neyðugt at gera tað. Hvørja ferð ein so tekur seg í at stúra uttan fyri tað tíðspunktið, kann ein minna seg á at flyta tankarnar til mikukvøld klokkan 20.30, og í staðin flyta fokus yvir á okkurt annað, sum er rundan um ein, beint her og nú.
Lesarar spyrja Kristian Eli:
Tann bangna, 12 ár
Í skúlanum læra vit fyri tíð ina um CO2útlát, dálking og veðurlagsbroytingar. Vit fáa at vita, at vit koyra ov nógv bil, flúgva ov nógv til Danmark ar, blaka ov nógvan mat burtur, og at vit eiga ov nógv klæði, og at tað tí eru vit, sum eisini dálka náttúruna.
Eg føli onkuntíð, at tað er mín skyld, at náttúran er dálkað, tá eg blaki restina av matpakkanum burtur, ella tá eg verði koyrd til fimleik. Tað ger meg bangna at hugsa um, hvussu nógv hetta kann dálka náttúruna og verðina. Er tað vanligt at vera so bangin um at dálka?
Góða Tann bangna
– Tað er vanligt hjá ungum á tínum aldri at vera bangin fyri at dálka. Men tú eigur ikki størri part av ábyrgdini enn nakar annar okkara. Tað er flott, at tú er tilvitað um trupulleikan, og vónandi megnar tú at brúka hetta gagnligt framyvir.
Um tú spakuliga venur teg við at hugsa, hvat tú sum heild kanst gera fyri um hvørvið, heldur enn at hugsa, hvat tú ikki mást gera í gerandisdegnum, so vænti eg, at tú fert at kenna á tær, at tú gert nakað gott og ert við til at gera ein mun heldur enn at fáa skuldar kenslur. Øll kunnu gera eitt sindur, men eingin kann gera alt.
Hans, 13 ár
Míni foreldur hugsa slett ikki um um hvørvið. Tey koyra altíð við bili, og tey keypa alla tíðina nýggj klæði og ting – eisini til mín. Eg føli, at eg eri tann einasti í familjuni, sum hevur lært um umhvørvis dálking, og at eg eri einsamallur um at hugsa um náttúruna. Eg verði bæði stúrin og illur, tá eg síggi, hvussu tey oyðsla, og tá eg royni at siga hetta við tey, so virkar tað ikki sum um, at tey taka meg seriøst. Hvussu kann eg fáa míni foreldur at lurta ordiliga eftir mær?
Góði Hans
– Tað kann vera rættiliga trupult at fáa fólk at taka veðurlagsbroytingar í álvara, um tey ikki sýnast at gera tað framman undan. Ofta trúgva fólk lítið uppá, at tað ger nakran stórvegis mun, hvussu tey sum einstaklingar uppføra seg í gerandis degnum. Eitt, sum kann hjálpa tær, er at umhugsa, hvussu tú best gagnnýtir tína tíð og orku til at gera nakað gott fyri um hvørvið. Er tað við at royna at sannføra tíni foreldur um at broyta atferð, ella eru aðrir mátar at gera nakað gott fyri umhvørvið?
Annars kann eitt gott hugskot vera at spyrja tíni foreldur, nær tað liggur fyri hjá teimum – uttan órógv – at taka eitt prát við teg um nakað, sum hevur týdning fyri teg. Í sjálvum prátinum kanst tú siga eitt sindur um, hvussu tú sært trupulleikan, og spyrja, hvat tey halda um tað.
Minst til at seta orð á tíni sjónarhorn heldur enn tínar kenslur um tað. Allarhelst ynskir tú ikki, at tey bara royna at ugga teg ella at verja seg. Tú ynskir jú eitt seriøst prát um evnið.
Les eisini
“Hví verða vit bangin?” og fá góð ráð frá Ásu á Neystabø, sálarfrøðingini, um, hvat man kann gera við sína ræðslu.
“Eg tori ikki at blunda, men tá ið eg hyggi, verði eg uppaftur bangnari” um Jógvan, 12 ár, sum altíð hevur verið myrkaræddur.
“Eg hoyri undarlig ljóð” um Elina, 11 ár, sum er bangin, tá ið hon er einsamøll heima.
Grein í STROK 2 | 2022
Tekstur: Helena Lamhauge-Mortensen