Greinir

Hestur Horse Pferd Cheval Love

 
 

Jóna Reinert Joensen, 11 ár, ummælir

Naju dámar væl hestar og gongur til ríðing saman við Taxa. Taxa og Naja eru sera ymiskar, men eru hóast tað vinkonur. Tær hava altíð verið sera tættar, men alt broytist, tá tær koma í tannárini. Taxa byrjar at tosa um dreingir, vera saman við nøkrum eldri gentum frá Sólblómuni, ið er barnaheimið beint við ríðiskúlan, og leggur ikki so nógv í Gisly, ryssuna hjá sær, longur.

Men Naja er, sum hon altíð hevur verið. Hon hugsar um og er tað mesta av tíðini hjá Brandy, hestinum hjá sær. Naja ivast í, um tær fara at vera góðir vinir aftur.

Hvussu bókin endar, fari eg ikki at avdúka, tað mugu tit sjálvi lesa, um tit vilja vita. Hestur Horse Pferd Cheval Love er um at verða tannáringur, hava ein vin, sum er annarleiðis enn ein sjálv/ur, hestar og mangt annað.

Hetta er ein fangandi bók, sum er góð til gentur, sum dámar at lesa um hestar og tannáringar. Bókin er lítil, skjót og ikki so ring at lesa. Eg haldi, at bókin er ordiliga góð. Tú kanst lesa hana, um tú ert ellivu, tólv ár, men hon er best egnað til tannáringar.