Greinir

PappFAMILJUR

Mynd: Savnsmynd

 

Papp-, eyka-, gávu-, stjúk-, bonus- … ja, hvat orð skal mann brúka um sína familju, tá ið hon knappliga støkkur sundur og verður til fleiri?

Hvørt ár verða millum 65 og 90 gift hjún í Føroyum skild. Meira enn helvtin av hesum hjúnum hava børn undir 18 ár. Aftrat teimum eru eisini nógv ógift pør við børnum, sum fara hvør til sítt. Hvussu nógv tey eru, hava vit eingin hagtøl fyri í Føroyum. Hóast vit ikki hava neyv hagtøl, so vita vit, at nógv føroysk børn búgva ikki saman við báðum foreldrum sínum í senn, men flyta annaðhvørt ímillum bæði foreldrini ella búgva bara hjá einum. Onkuntíð hendir tað, at annað ella bæði foreldrini finna ein nýggjan maka, og tey fáa kanska eisini børn saman við nýggja makanum. Tá fært tú eina pappfamilju – ella kanska enntá tvær.

STROK hevur prátað við trý børn, sum øll hava tvær pappfamiljur, og tvey teirra hava eisini pappsystkin. Tey halda øll, at tað nógv, sum er gott við at hava pappfamilju, men tað er ikki alt, sum er so lætt.

Børnini í hesi greinini eru øll dulnevnd og eita í veruleikanum ikki Rakul, Sólja og Martin, hetta eru nøvn, sum vit á STROK hava funnið upp á.


RAKUL, 10 ár

Rakul var bara trý ár, tá ið mamman og pápin fóru hvør til sítt, so hon minnist ikki so væl ta fyrstu tíðina eftir, at foreldrini fóru frá hvørjum øðrum. Nú hava bæði mamman og pápin fingið hvør sín nýggja maka

– Tá ið eg var fýra ár, fekk babba eina nýggja damu, og eg fekk ein lítlabeiggja. Tá ið eg var fimm ár, fekk eg eisini eina lítlasystur. Tá ið eg var seks ár, flutti nýggi sjeikurin hjá mammu heim til okkara. Hann hevur eisini ein son, sum er javngamal við meg og ofta er hjá okkum. Tá ið eg og pappbeiggi mín vóru átta ár, fingu vit ein felags lítlabeiggja. So nú eru vit fimm fólk heima hjá babba og fimm fólk heima hjá mammu, sigur Rakul. Pápi Rakul býr í Danmark, so Rakul er nógv mest hjá mammu síni. Men nakrar ferðir um árið fer hon at vitja pápan.

– Eg eri so sjáldan saman við babba, so eg eri ofta smæðin, tá ið eg síggi hann, og so følist tað sum um, at eg ikki kenni hann so væl. Pápi Rakul tímir ikki at vera vinir við mammuna, og tað heldur Rakul er keðiligt, tí so kann hon ikki gera nakað saman við báðum foreldrunum. Og tað er eisini eitt sindur strævið, at tað er so langt at fara at vitja pápan. Men tað er ikki bara keðiligt at hava pappfamiljur. – Eg fái fleiri gávur á jólum og á føðingardegnum. Og eg fari eisini oftari til Danmarkar enn nógv onnur. Eg eri eisini komin at kenna fleiri fólk í míni pappfamilju, sum eg eri vorðin góð við. Rakul heldur, at tað kann hjálpa at tosa við onnur, sum eru í somu støðu sum hon.

– Onkuntíð hjálpir tað at tosa við mínar vinkonur, tí summar av teimum hava eisini skild foreldur, og so tosa vit um tað. Tvey av mínum vinfólkum hava pappfamilju, og ein onnur vinkona hevur eisini skild foreldur, men hevur ikki fingið nakra pappfamilju enn.

Papp-, eyka-, bonus-, stjúk-, gávu- ella okkurt heilt annað … hvat orð brúkar tú?

– Eg brúki orðið papp, men eg veit ikki hví. Eg kalli sjeikin hjá mammu fyri papppápa, men eg kalli ikki damuna hjá babba fyri pappmammu, eg kalli hana bara við navni ella sigi “daman hjá babba”. Sonin hjá papppápa mínum kalli eg fyri beiggja ella hálvbeiggja. Øll hini systkini kalli eg bara systkin. Foreldrini hjá papppápa mínum kalli eg omma og abbi, tey kalli eg ikki papp.


Mynd: Savnsmynd

Martin, 14 ár

Mamma og pápi Martin fóru frá hvørjum øðrum, tá ið hann var 10 ár. Tá búði hann hjá mammuni og var annaðhvørt vikuskifti hjá pápanum. Pápin fekk eina nýggja damu, sum átti eina dóttur frammanundan, og saman hava tey fingið ein son. Nú hevur mamma eisini fingið ein sjeik, men eingi børn aftrat

– Eg helt tað vera ordiliga keðiligt fyrstu tíðina, eftir at foreldrini hjá mær vóru farin frá hvørjum øðrum, og vildi ikki siga tað við nakran, tí eg tímdi ikki at tosa um tað, sigur Martin. Konan hjá pápanum og Martin eru ikki so væl, so hann tímir ikki altíð so væl at vera har. Men hann tímir væl at síggja pápan.

– So nú síggi eg pápa minni, enn eg hevði viljað, sigur Martin. Men alt er ikki bara keðiligt. Okkurt, sum mann ikki sleppur tað eina staðið, sleppur mann kanska hitt staðið. Martin vildi til dømis ordiliga gjarna hava ein hund, men tað vildi mamman ikki. Nú hava tey ein hund heima hjá pápanum. Og so hjálpir tað at hava fingið eina pappsystur.

– Eg havi tosað nógv við systur mína um tað. Pápi mín er ikki pápi hennara. Hon er eldri enn eg, men hon hevur so eisini roynt, at foreldrini eru farin frá hvørjum øðrum og at fáa eina pappfamilju, sigur Martin.

Martin hevur eisini nógv vinfólk, sum eru í somu støðu sum hann, og tey tosar hann eisini við, tá ið lívið viðhvørt gerst eitt sindur trupult. Hóast Martin er glaður fyri sína pappsystur, so dámdi honum lítið, at pápin skuldi fáa eitt barn aftrat.'

– Í byrjanini var eg ikki glaður fyri, at babba skuldi fáa eitt barn aftrat. Eg tímdi ikki ordiliga at fáa yngri systkin. Men nú eri eg ordiliga glaður fyri tað, og eg eri meira heima hjá babba, eftir at lítlibeiggin er komin, sigur Martin.

Papp-, eyka-, bonus-, stjúk-, gávu- ella okkurt heilt annað … hvat orð brúkar tú?

– Eg brúki einki av hesum, tí eg kalli ikki damuna hjá babba fyri nakað við ”mamma” og heldur ikki sjeikin hjá mammu fyri nakað við ”pápi". Eg kalli tey bara við navni. Og eg havi eingin pappsystkin.


Sólja, 13 ár

Tá ið Sólja var átta ár, broyttist lívið hjá henni ordiliga nógv, tí mamman og pápin fóru hvør til sítt. Av tí at pápin siglir úti, býr hon fimm vikur hjá mammuni og fimm vikur hjá pápanum. Bæði mamman og pápin hava fingið nýggjan maka

– Mamma hevur fingið ein sjeik, sum hevur ein son, sum býr har. So har eru vit fimm fólk, sum búgva saman: lítlibeiggi, sum er 10 ár, mamma, sjeikurin hjá mammu og sonur hansara. Í oktober í fjør fingu pabba og daman hjá honum ein lítlan beiggja, so har eru vit eisini fimm fólk í húsi nú, sigur Sólja.

Fyrsta tíðin, eftir at mamman og pápin vóru farin hvør til sítt, var strævin, og tað var undarligt ikki altíð at hava bæði mammu sína og pápa sín beint har, minnist Sólja. Tað bleiv tó lættari við tíðini. Nú er hon von við tað og hugsar ikki so nógv um tað longur.

– Tað, sum eg haldi vera serliga gott við at hava pappfamilju, er t.d., at vit uppliva nógv ymiskt bæði saman við mammu og pabba. Eg havi lært nógv ymisk fólk at kenna og havi altíð nógv fólk rundan um meg. Og so eru eisini aðrir ágóðar, sigur Sólja. Tá ið mamman og pápin fluttu frá hvørjum øðrum, fekk Sólja knappliga tvey nýggj heim.

– Burtursæð frá, at tað er strævið at pakka, og at eg ofta gloymi okkurt eftir, so vit mugu koyra aftur og fram, so var tað ordiliga keðiligt at flyta frá míni bestu vinkonu, sum býr beint við gomlu húsini hjá okkum. Sólja trívist væl bæði hjá mammu síni og pápa sínum, so hon kann ikki ordiliga siga, at nakað er blivið lættari ella truplari.

– Alt er fínt nú. Eg havi vinkonur, har foreldrini eru skild, so vit tosa onkuntíð saman um tað. Og tað ger tað lættari.

Papp-, eyka-, bonus-, stjúk-, gávu- ella okkurt heilt annað … hvat orð brúkar tú?

– Eg brúki ikki heitini bonus ella papp. Men um onkur spyr, so sigi eg “daman hjá pabba” ella “sjeikurin hjá mammu”.


Mynd: Savnsmynd

Eru mamma og pápi tín farin hvør til sítt? Ella skulu tíni foreldur skiljast?

Hvønn rætt hava børnini?

Um tíni foreldur skulu skiljast, hevur tú eisini rætt til at vera við at avgera, hvar tú skalt búgva í framtíðini. Um tú ikki vilt velja, so hevur tú eisini rætt til at siga tað. Tú kanst eisini siga, at tú vilt royna ymsar loysnir og vita, hvat riggar best hjá tær.

Leingist tær, kann tað hjálpa, um tú:

  • Hyggur at myndum av mammu tíni og pápa tínum

  • Ringir til tann, ið tær leingist eftir, og prátar

  • Fert at vitja mammu tína ella pápa tín, um tað er í lagi

  • Gert okkurt, ið fær teg í gott lag, til dømis at lurta eftir tónleiki, sparka fótbólt ella vera saman við vinum tínum

Bið foreldrini tosa pent við hvørt annað og um hvørt annað

Um foreldrini tosa ljótt um hvørt annað, kanst tú siga, at tað harmar teg, tá ið tey tosa ljótt, og at tú fegin vilt hava, at tey gevast við tí. Tú kanst eisini vísa foreldrunum, at tú ikki tímir at hoyra tað, við at halda fyri oyruni ella fara inn á kamarið og seta tónleik frá. Tú kanst eisini fara heim til ein vin.

Tosa við onkran um hjúnaskilnaðin

Ert tú kedd/ur, so er tað eitt gott hugskot at tosa við onkran, sum tú følir teg trygga/n við. Rættiliga nógv vita, hvussu tað er at eiga foreldur, ið eru skild. Heldur tú, at tað er ringt at tosa um tað, kanst tú í staðin skriva teimum eitt bræv.

Ikki geva tær sjálvari/ sjálvum skyldina

Hevur tú hugsað um, at tú kundi borið teg øðrvísi at, ella at tú kundi havt verið fittari, so at tíni foreldur framvegis vóru saman? Minst til, at ein hjúnaskilnaður altíð er ein avgerð, sum tey vaksnu taka, og sum tú ikki hevði kunnað broytt. Tosa við tíni foreldur, um tú heldur, at tað er tín skyld. Tey kunnu hjálpa tær at skilja, at hjúnaskilnaður teirra ikki snýr seg um teg

Kelda: barnabati.fo


Grein í STROK 5 | 2022

Tekstur: Tjóðhild Paursson

Mynd: Savnsmynd

 

Fleiri samrøður