Greinir

Næmingar hava ikki somu atgongd til bókasavn

Næmingar og skúlabóka­ vørður á skúlabókasavninum í Skúlanum við Løgmannabreyt. Mynd: føroyarlesa.fo

Skúlabókasavnið og skúlabókavørðurin kunnu kveikja hugin at lesa og miðla bøkur, men her eru allir næmingar í Føroyum ikki eins væl fyri

Næmingar í teimum stóru skúlunum hava ein stóran fyrimun, tí har er bókavørður fleiri tímar á bókasavninum, og bókasavnið er størri. Miðalstóru og smáu skúlarnir hava nógv verri umstøður at hava bókasavn og bókavørð.

Lydia Didriksen, námslektari, lærari og skúlabókavørður, heldur, at øll børn eiga at hava javnbjóðis atgongd til skúlabókasavnið, og at allir næmingar eiga at fáa bókasavnskunning:

– Tað er sera umráðandi, at lærarin ella skúlabókavørðurin lærir næming­ arnar at brúka bókasavnið, at leita fram bøkur og slíkt. Ikki bara lærarin í føroyskum, men lærarin í øllum læru­greinum. Men sama um skúlin

hevur eitt væl­ ment bókasavn, og skúlabókasavnið er nógv opið, so hevur tað størst týdning, at lærarar lesa bøkur og miðla tær víðari til næmingar sínar. Vit mugu leggja okkum í geyma, at nógv børn fáa bara lesiupplivingar í skúlanum, og tí er um­ ráðandi at vera ein fyrimynd.

Lydia Didriksen, vísir eisini á, at øll gransking vísir, at tað er tann eldhugaði lærarin, sum kann byggja brúgv serliga fyri tey børnini, sum eru ringast fyri.

– Uppgávan hjá eldhugaða læraranum hevur ongantíð verið størri enn nú, tá ið vit vita, at talgildu miðlarnir vinna á frítíðarlesingini. At bera mentan og mál millum ættarlið fer í nógv størri mun fram í skúlanum samanborið við fyrr, og tí legst enn meiri á einstaka læraran, sigur Lydia Didriksen.

Tað eru serliga skúlarnir, sum hava um 200 næmingar og færri, ið eru illa fyri, tá ið talan er um bókasavnstímar. Í Føroyum eru nógvir skúlar við 200 næmingum og færri.

Kelda: skulabladid.fo

Fólkaskúlalógin sigur, at allir skúlar skulu hava eitt bókasavn. Sambært Skúlabókavarða­felagnum átti tað at staðið í lógini, at skúlar fáa eitt minsta tímatal til skúlabókavørðin. Mynd: føroyarlesa.fo