Kili og piparfrukt í vindeygakarminum
Tað er sera lætt at fáa piparfrukt og kili at vaksa í vindeygakarminum. Og plantur nar liva í nógv ár! So hóast tú kanska bara fært einar 5 fruktir fyrsta árið, so kanst tú gleða teg til fleiri ár við nógvum fruktum – og einum vøkrum urtapotti í vindeygakarminum
Heima hjá mær kunnu allar planturnar etast. Ella í øllum førum partar av teimum. Av summum eti eg aromatsku bløðini (basilikum), av summum eti eg jarðleggin (ingifer), og upp aftur aðrar bera mær lekkrar fruktir. Til dømis piparfrukt og kili!
Soleiðis fært tú eina piparfruktplantu:
1. Lættasti mátin at fáa eina fitta, lítla piparfruktplantu at vaksa í vindeygakarminum er við at stinga nøkur fræ niður í ein stóran pott. T.d. ein, sum ein onnur planta longu veksur í. Tað er best at gera hetta longu nú, í februar/mars, um tú vilt hava piparfruktir í ár.
2. Vatna av og á. Skjótt sært tú ein spíra. Tá ið spírin hevur fingið 4 bløð, kanst tú taka hann varisliga upp og seta hann í sín egna pott við nógvari góðari mold. Gev plantuni vatn, taða hana av og á og lat hana standa, har nógv sólarljós er. Og áðrenn tú veitst av, hevur tú eina rúgvu av smáum, og seinni stórum, piparfruktum.
Soleiðis fært tú eina kiliplantu:
1. Kiliplantur eru eitt vet truplari at fáa at vaksa frá fræi enn piparfruktplantur. Tað er tí, at kilifræið hevur tørv á hita fyri at spíra. Eg plagi at seta tey í ein urtapott, sum stendur í einum vindeygakarmi við einum radiatori undir. Tað ber eisini til at seta tey at spíra onkra aðrastaðni, har tað er heitt. Vesigólvið til dømis. Ímeðan fræið spírar, er ikki so týdningarmikið við ljósi, so tað ger einki, um tað er eitt sindur myrkt. Tað týdningarmikla fyri fyrst er hitin. Men ansa eftir, at moldin ikki tornar, so vatna væl og ofta.
2. Tá ið fræini eru spírað, flytur tú tær í ein vindeygakarm, har tær fáa sólarljós. Tá ið spírin hevur fingið 4 bløð, kanst tú taka hann varliga upp og seta hann í sín egna pott við nógvari góðari mold. Gev henni vatn, taða hana av og á og lat hana standa, har nógv sólarljós er. Og áðrenn tú veitst av, hevur tú eina rúgvu av smáum, sterkum kili.
Grein í STROK 2
Hugskot og tekstur: Tjóðhild Patursson