Greinir

Nørd

 

Olivia Reinert Joensen, 12 ár, ummælir

Bókin Nørd snýr seg um Mariu, sum gongur í sjeynda flokki. Hon er ikki serliga væl umtókt, men ein dagin fær flokkur hennara eina upp­ gávu at royna at gera okkurt á netinum, sum verður væl dámt. Hon veit ikki, hvat hon skal gera, so vinur hennara, Erlendur, hjálpir henni. Tey stovna profilin #nørd og leggja filmar út, har Maria roynir at sminka sær, hon dansar og roynir at gera hárið á sær. Áðrenn hon veit av, hava nógv fólk sæð filmarnar, og hon fær nógvar viðmerkingar um, hvussu stuttlig hon er. Hon verður væl umtókt, og Heiða og Julia, kulastu genturnar á teirra árgangi, geva henni brádliga gætur.

Bókin vísir, hvussu hon broytist, tá hon verður væl umtókt. Tað er eitt evni, ið sæst aftur í øðrum filmum og bókum.

Bókin er so fangandi, at tá eg var liðug við hana, fór eg á netið at leita eftir tveyaranum, og las hana á donskum, tí hon er ikki umsett enn. Nørd er upprunaliga á norskum. Eg vil viðmæla øllum at lesa hesa bókina, men hon er kanska mest til gentur.