Greinir

Spider-Man: No Way Home

 

Markus Magnusson, 12 ár, ummælir

Um tær dámar væl Spider­Man ella bara Marvel, so mást tú síggja hendan filmin.

Áðrenn tú sært filmin, átti tú at hugt at hinum Spider­Man­ filmunum, tí at so gevur alt nógv meira meining.

Í filminum undan hesum, Spider­Man: Far from home, verður tað avdúkað, at tað er Peter Parker, ið er Spider­ Man. Í nýggjasta filminum er tað blivið ein stór byrða at vera so kendur, ikki bara fyri Peter sjálvan, men eisini fyri familjuna.

Peter fer tí til Dr. Strange at biðja um hjálp. Dr. Strange ætlar at gera ein gand, so at øll gloyma, hvør Spider­Man er. Men mitt í gandinum fer Peter at hugsa um mostur sína May, besta vinin Ned og damuna Michelle. Hann óttast fyri, at tey eisini fara at gloyma, hvør hann er, og tí broytir hann gandin. Men nógv gongur galið.

Í staðin fyri, at øll gloyma hann, koma brádliga figurar úr ymsum Marvel­universum í heimin hjá Spider­Man, eisini óndir figurar. Tað er upp til Peter Parker at vinna á teimum og gera heimin tryggan og vanligan aftur.

Hetta er uttan iva tann flott­asti Spider­Man­filmurin av øllum. Sjónleikarin, ið spælir Peter Parker, Tom Holland, spælir eisini sera væl. Filmurin er øgiliga spennandi og góður.