Greinir

Ódjór í havnargøtum

 

Silja Aldudóttir hevur altíð lisið nógv og havt eina rúgvu av søgum í høvdinum, og nú gevur hon sína fyrstu bók út. STROK hevur hitt Silju og sett henni nakrar spurningar um ”Ódjór”

Ódjór er fyrsta sjálvstøðuga bókin hjá tær. Hvat kann lesarin gleða seg til?

– Eina søgu um eina vanliga gentu úr Havn, sum fær ein rættiliga óvanligan vin og eina ótrúliga stóra avbjóðing. Óhugna og spenning – og vónandi eina fangandi søgu.

Hvar hevur tú fingið íblástur frá?

– Eg fái ordiliga nógvan íblástur av at lesa bøkur, bæði bøkur til vaksin, børn og ung. Tá koma hugskot bóltandi inn í høvdið á mær alla tíðina. Onkuntíð sum orð og onkuntíð sum hendingar. Tá fólk siga okkurt løgið, fái eg eisini ofta íblástur til nýggjar søgur.

Kanst tú samanbera bókina við onkra aðra, sum vit kenna?

– Hon minnir kanska eitt sindur um PAX-røðina, tí Asta stríðist bæði við vanligar trupulleikar sum einsemi og útihýsing og stendur knappliga andlit til andlits við eitt ódjór.


Stutt um bókina Ódjór

SKRIVAÐ: Silja Aldudóttir

TEKNAÐ: Bárður Dal Christiansen

EVNI: Vinalag, einsemi, vreiði

SÍÐUTAL: 156 síður

ALDURSBÓLKUR: 10-13 ár


Greinin stóð í STROK 5