Greinir

Overwatch: - Púra óveruligt, at tað er mín rødd

Matilda Smedius leggur rødd til figurin Birgitte Lindholm í Overwatch. Foto: Blizzard

Matilda Smedius leggur rødd til figurin Birgitte Lindholm í Overwatch. Foto: Blizzard

Ein nýggj hetja er komin í Overwatch: Brigitte Lindholm úr Svøríki, serfrøðingur í herbúgving. Svenska Matilda Smedius varð vald út millum nógvar aðrar at leggja rødd til Brigittu, og rødd hennara hoyrist nú um allan heimin

Hvussu fekst tú starvið?
- Eg eri ræddarsjónleikari og varð bookað til eina royndarlesing. Royndar­ lesingin var á enskum, og hetta var nýtt fyri meg. Eg gjørdi mítt besta, men helt, at eg ljóðaði í so svensk. Tí var eg bilsin, tá ið eg varð biðin um at koma til fleiri royndir. Tá ið eg las tekstin til ta síðstu royndina og segði setningar sum „Escort the payload“ og „Attack the objective“, skilti eg, at talan var um Overwatch. Eg bleiv ordiliga nervøs, men gav tí alt eg hevði. Umleið ein mánað seinni fekk eg at vita, at eg hevði fingið leiklutin og tað føldist heilt ótrúligt!

Hvussu var tað at spæla inn?
- Tað var ógvuliga kravmikið. Eg eri von við svenska dubbing, har tað ofta er nokk við einari upptøku. Tá ið tú gert røddir til eitt spæl, skulu allar replikkir spælast inn tríggjar ferðir. Men tað var so stuttligt og enn stuttligari, tí eg kendi alt aftur frá spælinum.

Hvussu gongur tað fyri seg at leggja rødd til eitt spæl?
- Tú sært ikki figurarnar ímeðan. Tú hevur bara leikritið og leikstjóran at halda teg til. Eg fekk góða vegleiðing frá leikstjóranum Andreu og leikrita­ høvundanum Michael, so tað var sum um, at eg sá alt fyri mær.

Spælir tú Overwatch?
- Ja, eg spæli! Eg dugi ikki super væl, men eg haldi, at tað er ordiliga stuttligt og mín yndisfigurur beint nú er Junkrat elle Orisa. 

Hvussu er tað at hava eina heimskenda rødd?
- Ógvulga óveruligt! Eg skilji framvegis ikki, at tað veruliga er mín rødd, og at eg havi túsundtals fjepparar um heimin. Tað hevur verið so ótrúliga spennandi, síðan Brigitte varð slept.

Kelda: KP