Steelseries Arctics 7
Eg hevði stórar vónir, tá ið eg fekk at vita, at eg skuldi ummæla oyrabúffarnar Actics 7. Eg havi átt nakrar gamlar oyrabúffar í nøkur ár, sum riggaðu fínt. Men nú var tíð upp á at fáa einar nýggjar, so hetta var akkurát tann rætta tíðin at sleppa at ummæla einar nýggjar game’ara oyrabúffar.
Tá ið eg læt pakkan upp, har oyrabúffarnar lógu í, legði eg til merkis, hvussu góð innpakkingin var, og tað vil eg geva eitt stórt pluss fyri. Eitt annað, sum eg legði til merkis beinanvegin var, hvussu deiligar púturnar eru rundan um hátalararnar. Tó er alt ikki gott við oyrabúffunum, so eg varð eitt sindur skuffaður av kvalitetinum sammett við kostnaðin.
Tráðleyst er tað besta
Tað, sum mær dámar best av øllum, er, at tú kanst brúka oyrabúffarnar tráðleyst. Tað einasta, tú skalt gera, er at seta eitt stikk í telduna hjá tær, so riggar alt fínt. Hetta er ein stórur lætti hjá mær, tí við teimum gomlu oyrabúffunum vóru leidningar allastaðni, og tað sær eisini eitt sindur óruddiligt út. Eg kom altíð til at rulla um leidningar við stólinum hjá mær, men nú er tann trupulleikin loystur.
Ein trupulleiki, sum ofta er við tráðleysum tólum, er, at ljóðið plagar at hakka og dealy’a, sum tað eitur. Men hesir oyrabúffarnir rigga ógvuliga væl tráðleyst, og eg havi ikki hoyrt nakað dealy. Tú kanst fara nokkso langt frá telduni, men framvegis ljóðar tað fantastiskt. Har eru volumenknappar á oyrabúffunum, sum hjálpa sera væl. Við teimum kanst tú dempa ljóðið og koyra harðari frá. Her er eisini ein knappur, so tú kanst sløkkja mikrofonina. Tað haldi eg er ein ‘’must have’’-knappur at hava á oyrabúffunum. Um nú tú tosar við vinmenninar, og onkur kemur inn á kamarið at tosa við teg, so kanst tú bara sløkkja mikrofonina, so vinmenninir ikki hoyra, hvat tit tosa um.
Bestir til gaming
Ljóðið í oyrabúffunum er óføra gott, men bara til gaming. Eg havi nú spælt nøkur spøl, har tað er ógvuliga týdningarmikið at hoyra hvørt fet, sum mótleikararnir taka, so tú veitst, hvaðani teir koma.
Tær gomlu oyrabúffarnir høvdu eina vánalig mikrofon, og tað fekk eg ofta at vita frá vinmonnunum. Nú, eg havi brúkt hesar oyrabúffarnar eina tíð, havi eg spurt vinmenninar, hvussu teimum dámar mikrofonina, og teir halda, at hon er fantastisk. Men skalt tú brúka oyrabúffarnar til nakað annað enn gaming, so eru teir ikki ordiliga gjørdir til tað.
Eitt nokkso keðiligt er, at eingin bassur er í búffunum. Tað hevði verið deiligt, um nú bassur eisini fylgdi við, men hetta eru ikki búffar at lurta eftir tónleiki, so tað er fyri so vítt ókey.
Men eitt, sum Steelseries (framleiðararnir) gera gott, er, at teir hava eitt forrit, har tú kanst velja akkurát, hvussu ljóðið í oyrabúffunum skal ljóða, og hvussu hart mikrofonin skal ljóða o.s.fr. Um tú broytir uppsetingina, kanst tú væl lurta eftir tónleiki – og tað ljóðar ordiliga gott. Men so ert tú noyddur at broyta innstillingarnar aftur, tá ið tú skalt game’a.
Irriterandi í longdini
Eitt, sum hevur skuffað meg eitt sindur, er, hvussu oyrabúffarnir sita á høvdinum á tær. Eg veit ikki, um tað bara eru míni oyru, men tá ið eg havi brúkt teir eina løtu, fái eg ilt í oyruni. Hátalararnir sita soleiðis í oyrabúffunum, at oyrini á mær nerta ofta við teir. Tað er nokkso ótolandi, og tí má eg alla tíðina flyta upp á oyrabúffarnar.
Eru oyrabúffarnir verdir at keypa?
Eg vildi sagt nei fyri prísin, sum hann er beint nú. Um tú keypir einar so dýrar oyrabúffar, so væntar tú, at teir sita væl. At tú eftir einum hálvum tíma fær ilt av teimum er ikki gott. Og hetta ger, at eg hevði valt teir frá. Høvdu teir verið bíligari, so hevði eg farið eftir teimum. Tað er ikki tað, at teir ikki eru góðir, og kanska eru tað bara míni oyru, ið eru ov stór. Men sjálvur haldi eg, at teir saktans høvdu kunnu orðna nøkur ting fyri at gera oyrbúffarnar til teir perfektu oyrabúffarnar á marknaðinum.
Dánial Suma Poulsen, 15 ár, ummælir
Myndatekstur: