Greinir
Hvussu nógv veitst tú um tín besta vin? Tak vinatestina niðanfyri og testa tykkara vinalag!
– Uppgávan hjá bóltdreingjum er at fáa bóltin skjótt inn á vøllin aftur, tá hann fer út um linjurnar, og teir tríggir eru fúsir at hjálpa felagnum.
– At siga, at ein samplari er mítt yndisljóðføri, er sum at siga, at buffét er mín lívrættur ... Og tað er eitt sindur snýt. So eg sigi heldur syntheseisari.
– Um eg var løgmaður, hevði eg gjørt ein tunnil til Suðuroyar, soleiðis at eingin behøvist at sigla í tveir tímar fyri at koma til og frá Suðuroy.
Papp-, eyka-, gávu-, stjúk-, bonus- … ja, hvat orð skal mann brúka um sína familju, tá ið hon knappliga støkkur sundur og verður til fleiri?
Silja Aldudóttir hevur altíð lisið nógv og havt eina rúgvu av søgum í høvdinum, og nú gevur hon sína fyrstu bók út. STROK hevur hitt Silju og sett henni nakrar spurningar um ”Ódjór”
Heiðrun og tey hava havt hønur í tvey ár. Tær búgva í einum høsnarhúsi í garðinum, sum Heiðrun og pápin hava bygt. Hóast tey flestu hava hønur sum gagndýr, so eru hønurnar hjá Heiðrun og teimum meira sum kelidýr
Russland er farið í kríggj móti grannalandinum Ukraina. Næstan øll heimsins lond eru ímóti krígnum
Í februar var Sára við, tá ið ein mangaklubbi varð stovnaður á bóka savninum við Løkin, og hon gleðir seg longu til at hitta hini børnini aftur, sum lesa manga
Tónleikurin hjá TeleMama hevur ein deiliga stuttligan, lættan og nokk so øðrvísi tóna – í hvussu er samanborið við annan føroyskan tónleik. Sjálvir siga teir, at teir eru ein „indierokkbólkur úr Tórshavn”. STROK hevur hitt TeleMama!
Bæði Kári og Tina leggja stóran dent á, at man skal fylgja dreymum sínum, tí bara um man trýr upp á dreymar sínar, gerast teir til veruleika
Nógv halda kanska, at ein hetja er fødd við heilt serligum evnum ella hevur havt eitt serliga gott lív og umstøður, sum gera tað møguligt at vera hetja, men tað er ikki so. Vit kunnu øll vera hetjur!
- Sálvandi skalt tú kunna siga, hvat tú droymir um. Tað havi eg altíð gjørt, sigur Reiley
Skúlabókasavnið og skúlabókavørðurin kunnu kveikja hugin at lesa og miðla bøkur, men her eru allir næmingar í Føroyum ikki eins væl fyri
Tað er sera lætt at fáa piparfrukt og kili at vaksa í vindeygakarminum. Og plantur nar liva í nógv ár!
Saman við einum góðum dressingi, kann næstan hvat sum helst blíva til nýggjan døgurða, um tað verður lagt niður í eitt heitt, lekkurt pitabreyð
Tú hevur kanska roynt at eta tara í sushi, men visti tú, at tari eisini verður brúktur í eitt nú summum bakaravørum, góðgæti, mjólkarvørum, salatdressingi, ísi, pylsum, sjokulátu og pinku barnamati?
Sást tú sangleikin, Lion King, í Fuglafjarðar skúla? Hugsaði tú um, hvussu flottur dansurin var? Tann, sum skipaði fyri dansinum, var Ludvík Petar Heðinsson, sum í framtíðini ætlar sær út í heim at dansa
Man kann vera bangin fyri nógvum. Spøkilsum, myrkrinum, at leggja fram í skúlanum ... og so kann man eisini vera bangin fyri veðurlagsbroytingum og stúra fyri veðurlagnum og jørðini
– Tað eru fleiri býir kring okkum, sum vit kunnu læra nógv av. Í Oslo í Noregi og í Lund í Svøríki duga tey sera væl at skapa øki í býnum, har fólk kunnu hugna sær og børn spæla, uttan at bilar órógva. Hes um kundu vit lært nógv av
- Vit meta, at hetta er ein týdningarmikil førningur at hava við sær víðari í lívinum, sigur skúlastjórin í Skála skúla, Nomi Jacobsen, um grønu leiðina hjá skúlanum
Petur og Lý tosa fyri høvuðsleiklutirnar, Jó og Elly, í jólakalendaranum Stjørnudust, og her fortelja tey okkum, hvussu tað hevur gingist við hesi øðrvísi uppgávu!
– Tað eru ikki so nógv, sum telva í mínum aldri, so eg eri altíð sloppin víðari at telva móti útlendskum spæl arum. Tað er altíð stuttligt at telva móti onkrum øðrum telvarum enn teimum føroysku, sum man kanska kennir nakað væl
Hetta pappírsflogfarið líkist einum veruligum flogfari. Tað sær kanska ikki út sum tað fer at flúgva serliga væl men tað ger tað!
STROK hevur tosað við Ásu á Neystabø, sálarfrøðing, um, hví vit verða rødd/bangin, og hvat man kann gera við sína ræðslu
Tú hevur helst roynt at gera pappírsflogfør. Men hevur tú roynt at gera fluguna? Flogið líkist eitt sindur tí hjá flugu, harav navnið
Ókeypis STROK? Ja, tað ljóðar næstan ov gott til at vera satt. Men tað er SATT! Allir næmingar í 4.-7. flokki fáa nú ókeypis STROK👏
- Ein dagin fekk eg hugskotið heldur at tekna digitalar myndir. Á jólum fekk eg ein teldil, og síðani tá havi eg brúkt meira og meira tíð til at tekna á honum, sigur Aurelia
Tjernobyl er ein býur norðarlaga í Ukraina. Í 1986, tá ið Sovjetsamveldið enn var til, var býurin fyri ringastu kjarnorkuvanlukku nakrantíð.